VIDEO: Her er EM-sangurin til EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum

Eysturríksku, sveisisku og ungarsku vertirnir hava valt eitt stórt hitt frá 20. øld sum EM-sangin til EM-endaspælið síðst í hesum árinum

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal seinast í november kappast í EM-endaspælinum, ið verður spælt í døgunum 28. november til 15. desember í Eysturríki, Sveis og Ungarn.

 

Talan verður um fyrsta endaspælsluttøkuna nakrantíð hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti.

 

Eysturríksku, sveisisku og ungarsku vertirnir hava valt eitt stórt hitt frá 20. øld sum EM-sangin til EM-endaspælið síðst í hesum árinum.

 

EM-sangurin er eitt risastórt 40 ára gamalt hitt frá 1984.

 

Talan er um heimskenda travaran: "Live is Life" hjá eysturríkska tónleikabólkinum, OPUS.

 

So fáa vit at síggja - og hoyra - um "Alright" hjá Danny and The Veetos eisini fer at finna vegin til Eysturríki, Sveis og Ungarn, sum ein upphitingarsangur hjá føroysku kvinnunum.

 

##med2##