Í gjár hátíðarhelt Dáin í Klaksvík 35 ára dagin. Dáin er umlættingarheim fyri fólk við menningartarni.
Í tí sambandi var ein nýggjur sangur givin út, og eitt nýtt videolag sýnt.
Sangurin eitur "Sera Verð", og Steintór Rasmussen hevur skrivað. Hann syngur eisini fyri í sanginum, har tey í Dáanum eisini luttaka á ymiskan hátt.
Sangurin hevur fingið sera góða móttøku og er longu spældur fleiri túsund ferðir á YouTube.
Eyðbjørn Jacobsen hevur gjørt videolagið, sum kann síggjast niðanfyri.
Sera Verð
Vit í Dáanum
Orð og lag: Steintór Rasmussen
Framleitt, upptikið og ljóðblandað í Mike Studio
Forritað, el-gittar og bass: Mikkjal Hvannastein
Sangarar á lagnum: Elin Løkin, Eydis Løgmansbø, Jimmy Nielsen, Karl Martin Samuelsen, Durita Terjadóttir Svarthamar og Steintór Rasmussen.
Videoframleiðsla, filmað og klipt: Eyðbjørn Jacobsen
Leikarar og luttakandi: Vit í Dáanum.
##med2##