VIDEO: Montenegro-Føroyar 9-0 (3-0)

(Video) Síggj málini sum vóru skotin í Nations League dystinum millum Montenegro og Føroyar

Føroyska kvinnulandsliðið var fyri stórtapi móti Montenegro á útivølli í dag.

 

Montenegro vann dystin í Nations League heili 9-0. Í steðginum vóru vertirnir á odda 3-0.

 

Týsdagin klokkan 15 spæla føroysku kvinnurnar, ið enn ikki hava fingið fyrsta stigið í Nations League móti vinnarunum av bólki 3, Aserbadjan.

 

Eftir at øll londini í bólkinum hava spælt fimm dystir, er Aserbadjan fremst við 13 stigum, Montenegro hevur 9 stig, Kýpros hevur 7, meðan Føroyar framvegis hava fyrsta stigið til góðar.

 

HER ber til at síggja tey níggju málini Føroyar fingu ímóti sær í Montenegro:

 

##med2##