VIDEO: Nú gongur betur hjá Sonna Ragnari og Dundalk

(Video) Sonni Ragnar Nattestad byrjaði inni fjórða dystin á rað, tá Dundalk vann 1-0 á Finn Harps farna vikuskiftið

Talan hevur verið um eina trega byrjan fyri bæði Dundalk í bestu írsku fótbóltsdeildini, og fyri føroyska landsliðsbakkin, Sonna Ragnar Nattestad.

 

Men seinastu tíðini hevur gingið munandi betri hjá bæði Dundalk, ið hevur vunnið seg víðari í Europa Conference League undankappingini, og hjá Sonna Ragnari sum hevur byrjað fýra dystir á rað nú Dundalk.

 

Farna vikuskiftið vann Dundalk á heimavølli 1-0 á Finn Harps í dysti í bestu deildini. Sigursmálið skoraði David McMillan miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

Dundalk er nú á sætta plássinum við 27 stigum fyri 20 dystir. Fýra stig eru upp til fjórða plássið sum gevur rætt til at spæla evropeiskan fótbólt komandi kappingarár.

 

Komandi hósdag tekur Dundalk móti Levadia Tallinn í øðrum umfari í Europa Conference League undankappingini, og við teimum altjóða royndunum spælararnir hjá Dundalk hava eru teir helst smáir favorittar til at vinna ein samlaðan sigur á estiska liðnum. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Dundalk og FInn Harps: 

 

##med2##