VIDEO: Samandráttur frá THW Kiel-PSG 26-24 (15-10)

Síggj samandráttin hjá Eurohandball frá toppdystinum í Champions League millum THW Kiel og PSG

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku hóskvøldið móti PSG í dysti í bólki A í Champions League. 

 

Dysturin endaði við 26-24 sigri til Kiel. Í steðginum var Kiel á odda 15-10..

 

Elias var saman við Mikola Bylik næstbesti málskjúttin hjá Kiel við fýra málum. Toppskjútti hjá Kiel var Niclas Ekberg við fimm málum.

 

Kiel er oddalið í bólki A við 13 stigum, Aalborg hevur 12 stig og Kielce hevur 10 stig. 

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum. Við 0:28 sekund ber til at síggja eitt fantastiskt mál hjá Eliasi:

 

##med2##