VIDEO: Seinast gekk tað av skriðuni í Montenegro

(Video) Í morgin spælir føroyska kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst móti liði tær taptu 0-9 fyri í fjør

Mynd: FSF

Í morgin klokkan 15.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið annan dystin í hesari EM-undankappingini.

 

Dysturin í morgin verður móti Montenegro, ið vann 9-0 stórsigur á Føroyum 1. desember í fjør. Tá var talan um dyst í Nations League.

 

Góða avrikið og tepra 0-1 tapið fyri Grikkalandi á Kreta í farnu viku gevur tó vónir um, at Føroyar fara at standa seg munandi betri hesaferð.

 

Í einum HM-undankappingardysti, ið var leiktur 8. apríl í 2017 vunnu Føroyar 2-1 á Montenegro á útivølli. Tá vóru Eyðvør Klakstein og Birita Nielsen málskjúttar.

 

Á heimavølli hava Føroyar leikt javnleik 3-3 móti Montenegro í einum HM-undankappingardysti, ið var leiktur 4. apríl í 2013. 22. september í fjør gjørdist talan um tepurt 0-1 tap fyri Montenegro.

 

HER er samandrátturin frá seinasta dystinum millum Montenegro og Føroyar, ið var leiktur 1. desember í fjør:

 

##med2##

 

Mynd: FSF