Gunnar Vatnhamar spældi sum vant allan dystin, tá Víkingur Reykjavík í kvøld á Víkingsvøllinum í Reykjavík tók ímóti albanska meistarunum, Egnatia í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League.
Egnatia vann dystin 1-0 við einum sigursmáli Lorougnon Doukouo skoraði í 33. minutti.
Allar súðir eru tó ikki syftar enn. Returdystur verður leiktur niðri í Albania komandi hóskvøld klokkan 19.
Jóhan Hendrik Ellefsen var høvuðsdómari á Víkingsvøllinum. Hjálpardómarar vóru Jørleif Djurhuus og Dan Petur Højgaard. Fjórði dómari var Dagfinn Forná.
HER ber til at síggja sigursmálið Egnatia skoraði í 33. minutti:
##med2##