VIDEO: Tríggjar tær fyrstu ferðirnar vit spældu móti Danmark

(Video) Síggj ein samandrátt av trimum teimum fyrstu dystunum millum Føroyar og Danmark

Mynd: DBU

Í annaðkvøld klokkan 19.15 møtast Danmark og Føroyar á sjeynda sinni í A-landsliðshøpi. Dysturin verður spældur á leikvøllinum í Brøndby.

 

Danmark hevur higartil vunnið seks av seks møguligum dystum móti Føroyum.

 

Danska fótbóltssambandið, DBU hevur eina góða YouTube rás, har tey m.a. hava samandráttir frá øllum dystunum millum Danmark og Føroyar.

 

Tann eini samandrátturin er av trimum teimum fyrstu dystunum millum liðini: Danmark-Føroyar 4-1 (2-1), ið var leiktur í gomlu Ítróttarparkini í Keypmannahavn, 10. oktober í 1990. Føroyar-Danmark 0-4 (0-2) í Landskrona, 25. september í 1991. Og Føroyar-Danmark 0-2 (0-0), ið var leiktur á Tórsvølli 16. august í 2000. 

 

HER ber til at síggja samandráttin av trimum teimum fyrstu dystunum millum Føroyar og Danmark:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: DBU