Klokkan 19 í annaðkvøld spælir Víkingur seinna dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League móti Liepaja FK úr Lettlandi. Dysturin verður spældur í Klaksvík.
Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Tað verður 32 ára gamli, Joakim Östling úr Svøríki sum verður høvuðsdómari til dystin.
Joakim Östling hevur dømt dystir í bestu svensku fótbóltsdeildini síðani 2019, men hann hevur ikki so nógvar altjóða royndir.
Seinasta árið hevur Joakim Östling dømt 25 dystir í allsvenskuni.
VÍKINGUR (FRO) - FK LIEPĀJA (LVA)
Dómari: Joakim Östling SWE
Hjálpardómari 1: Max Robin Wilde SWE
Hjálpardómari 2: Simon Kristensson SWE
Fjórði dómari: Richard Sundell SWE
UEFA dómaraeygleiðari: Robert Schörgenhofer AUT
UEFA umboð: Þórir Þormar Hákonarson ISL