Seinnapartin klokkan 15 spæla Víkingur og Skála dyst í Betrideildini hjá monnum í Sarpugerði í Norðragøtu.
Í teimum seinastu 20 dystunum, har liðini hava møtst í bestu fótbóltsdeildini ella í steypakappingini hevur Víkingur vunnið 16 dystir, og fýra dystir eru endaðir við javnleiki.
Víkingur eru eisini stórur favorittur hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,15 og 1,20.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,00 og 7,60.
Oddsini upp á útisigur til Skála liggja millum 10,00 og 12.00.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##