Vil vita hvar arbeiðsfólkið er blivið av

Tingmaður vil hava at vita, hvar arbeiðsfólkið í Dalstunlinum er blivið av

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni soljóðandi fyrispurning um arbeiðsfólkið í Dalstunlinum:

1. Hví verður søkt eftir arbeiðsfólki til arbeiðið í Dalstunlinum?

2. Hvar er arbeiðsfólkið, sum arbeiddi í Dalstunlinum?

3. Er ósemja ímillum arbeiðsfólkið í Dalstunlinum og Landsverk, og um so er, hvar snýr ósemjan seg um?

Í viðmerkingum til grein 52a fyrispurningi, sigur Jacob Vestergaard, at tað undraði hann ikki sørt, at Landsverk søkti eftir arbeiðsfólki til at arbeiða í Dalstunlinum.

– Arbeiðsfólkið – tunnilstoymið – hevur stórt sæð verið tað sama, síðan arbeiðið byrjaði, og fatanin hevur verið, at arbeiðið hevur verið gjørt til lítar.

– Hóast undirritaði heldur, at tunnilsverkætlanir skulu bjóðast út, hevur ætlanin verið at savna vitan um tunnilsarbeiði í einum toymi hjá Landsverki, so hetta toymið kann standa fyri fleiri líknandi tunnilsverkætlanum í framtíðini, sigur hann og heldur fram.

– Um tey, sum hava arbeitt í Dalstunlinum, ikki eru í starvi hjá Landsverki longur, gevur tað als onga meining at tosa um at savna vitan um tunnilsarbeiði í einum toymi, tí vitanin hvørvur við starvsfólkunum, og byrjast má av nýggjum, um sami leistur verður valdur fyri næstu tunnilsverkætlan, sigur Jacob Vestergaard í spurninginum til landsstýrismannin, sum hevur freist til 10. apríl at svara.