Vilhelm og liðfelagarnir eru fremst í Týsklandi

Hannover Burgdorf vann stórsigur á heimavølli

Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf eru nú fremst í týsku bundesliguni við 15 stigum fyri níggju dystir.

 

Í kvøld vann Hannover stórsigur 33-20 á TVB Stuttgart. Í steðginum var Hannover á odda 17-9.

 

Vilhelm gjørdi sítt og skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.

 

Tað hevur gingið ótrúliga væl hjá Hannover-Burgdorf higartil í kappingini, og hava teir bert tapt ein dyst higartil í kappingini.