Vilhelm var toppskjútti móti toppliðnum GOG

Tað sær svart út hjá Vilhelmi Poulsen og liðfeløgunum í Lemvig-Thyborøn at sleppa undan beinleiðis niðurflyting

Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn ferðaðust í dag úr Jútlandi til Fjón fyri at spæla dyst móti toppliðnum, GOG í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

GOG vann stórsigur 38-27. Í steðginum var heimaliðið á odda 19-12.

 

Persónliga stóð Vilhelm seg væl. Hann gjørdist toppskjútti hjá Lemvig-Thyborøn við seks málum, og hann legði upp til fýra onnur mál.

 

Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við bert 11 stigum nú bert tveir dystir eru eftir at spæla. Og tað sær svart út hjá Lemvig-Thyborøn at sleppa undan aftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina. Nordsjælland hevur 14 stig og Kolding hevur 15 stig.

 

Mikukvøldið 20. mars hevur Lemvig-Thyborøn heimadyst móti Kolding, og tá kunnu teir hála tvey stig inn á Kolding. Trupuleikin er bara, at Lemvig-Thyborøn hevur seinasta dystin móti oddaliðnum, Aalborg á útivølli, og tað skal eitt stórt undur til at vinna tann dystin. Fyrst mugu Vilhelm og liðfelagarnir so vinna á Kolding, og so mugu teir taka tað harfrá. 

 

Støðan: 

 

NummarLiðDystirStig
1Aalborg 2442
2Fredericia 2435
3Bjerringbro/Silkeborg 2431
4GOG 2429
5Mors-Thy  2429
6Skjern Håndbold   2425
7TMS Ringsted  2424
8Ribe-Esbjerg2423
9SønderjyskE 2420
10Skanderborg AGF 2420
11TTH  2418
12KIF Kolding  2415
13Nordsjælland2414
14Lemvig-Thyborøn2411