Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samrøðu við Sosialin.
– Tað sum vit serliga ynskja er at fáa víðkaðar heimildir uttanríkispolitiskt. Tað sær út til at vera trupult at koma á mál við. Men tað er eingin ivi um, at tað er ein politiskur vilji í donsku stjórninin at loysa málið, sigur hann.
– Vit halda tað hava stóran týdning at fáa loyst tað í breiðari semju í politisku skipanini Føroyum við øllum flokkum, sigur løgmaður.
Tí verður tað eisini eitt arbeiði, sum fer í gongd, har allir flokkar kunnu luttaka. Løgmaður sigur, at roynt verður at snikka eina skipan saman sum tryggjar, at vit fáa tær uttanríkispolitisku heimildir, sum Føroyar hava tørv á.
– Men tað hevur øgiliga stóran týdning, at tað arbeiðið ikki fer at snúgva seg um loysing og samband, tí so fáa vit ikki semju í Føroyum, men at tað fer at snúgva seg um tað veruligu avbjóðingina, sum vit hava nú sum er at fáa víðkaðar uttanpolitiskar heimildir, sigur hann.
Løgmaður vísir á, at landsstýrið heldur, at tað ber væl til at gera innan verandi skipan uttan lógarbroytingar, men har eru tulkingarnar øðrvísi hjá danska Løgmálaráðnum.
– Og tí fara vit at kalla allar flokkar saman at vita, um tað ber til at fáa eina semju um, hvat vit í Føroyum vilja, so fara vit at taka tað upp við dosnku stjórnina, sigur løgmaður.
– Eitt er jura, og eitt annað er politiskur vilji, og eg eri slett ikki í iva um, at danska stjórnin er øgiliga positivt sinnað at finna nakrar loysnir, soleiðis at vit fáa tær heimildir, sum vit okkum tørva.
– Tey í donsku stjórnini vita eins væl og vit, at um vit ikki finna tær loysnirnar, so er vandi fyri at vit fyrr ella seinni fáa eina kreppu í ríkisfelagsskapinum.
Hvat snýr hetta seg heilt í tøkliga um? Hvat kunnu Føroyar meira tá, vit hava fingið hesar uttanríkispolitisku heimildir?
– Til dømis er grundlógin í dag ein forðing fyri, at vit fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Ikki tí at tað er størsta málið. Men tað málið, sum hevur størst týdning fyri okkum í Føroyum er at fáa fullan limaskap í WTO, sum ger tað munandi lættari hjá okkum at fáa handilssáttmálar við onnur lond og aðrar felagsskapir, sigur løgmaður.
– Og tað er nakað, sum hevur stóran týdning fyri búskap okkara og vinnulív okkara og útflutningsvinnuna, at vit hava so fría atgongd til marknaðir runt í heiminum sum møguligt, sigur Aksel V. Johannesen.
Fáa vit so eitt slag av sjálvstýri?
– Tað veldst um, sigur løgmaður.
– Bæði landsstýrið og embætisfólk í landsstýrinum halda at verandi skipan, við galdandi grundlóg og heimastýrislóg og annað heimilar okkum hetta, vísir løgmaður á.
– So tað er spurningurin, um tað er neyðugt at broyta nakað í skipanini ella ikki. Men tað er nakað, sum vit mugu tosa við donsku stjórnina um fyri at tryggja, at vit fáa tær heimildirnar, sum vit halda at vit longu hava í dag, sigur løgmaður.
Tá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, helt setanarrøðuna í Fólkatinginum í oktober, segði hon, at vit skulu venja okkum við ein nýggjan ríkisfelagsskap, ein felagsskap, har Danmark ikki ræður yvir hinum londunum, ein felagsskap, har tað eru trý lond, trý fólk, tríggjar tjóðir og trý mál.