Vit vilja samstarva við øll

Fólkatingsvalið snýr seg í løtuni mest um, hvat flokkar IKKI ætla at gera. Tað eigur at snúgva seg um, hvat flokkar ÆTLA at gera.

 

Javnaðarflokkurin hevur skapt úrslit í sessinum øll tey seinastu 11 árini. Varpað positivt ljós á Føroyar. Tað snýr seg um at vera arbeiðssamur og pragmatiskur. At samstarva við øll. Og tað ger mann ikki, um mann vaknar hvønn morgun og sigur nei til næstan alt.

 

Tá er vandi fyri, at fólkatingssessurin verður ein stór neilig megafon. Og tænir tað nøkrum?

 

Fólkatingssessurin snýr seg um samstarv við føroyskar myndugleikar, fyritøkur, einstaklingar, felagsskapir, men eisini við danskar myndugleikar, grunnar o.a.

 

Tað er okay at vera ósamdur, ónøgdur og rópa nei út um allar geilar. Serliga tá órættvísi vísir sítt sanna andlit. Men innanhýsis ósemjur skulu ikki dragast niður á fólkating. Ósemjurnar eiga at vera eftir í Føroyum – og loysast í Føroyum.

 

Vit skulu samstarva. Vit skulu upplýsa. Og vit hava – og fara altíð at tryggja - at avgerðir um Føroyar verða tiknar í Føroyum.

 

 

 

Jóan Pauli Dahl Jakobsen,

 

fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin