07 Vestur hevur fingið tilgongd

Betri deildin menn: Nicolai Dohn til 07 Vestur

07 Vestur boðar frá, at felagið hevur tryggjað sær fyrrverandi Skála spælaran, Nicolai Dohn. Hann vandi við í gjár og har kunngjørdi 07 Vestur skiftið.

 

- 07 Vestur hevur gjørt sáttmála við hartarbeiðandi miðvallarspælaran Nicolai Dohn. Nicolai er komin til landið, og hevði fyrstu venjingina við okkum í kvøld. Nicolai er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann spældi seinasta kappingarár við Skála. Fryntligi danin byrjaði sína yrkisleið í AC Horsens, har hann eisini fekk spælitíð í Superliga. Síðani hevur hann spælt við Nykøbing FC, Skive IK, Skála og nú 07 Vestur, skrivar felagið.

 

07 Vestur bleiv í fjør nummar seks í landskappingini. Dan Brimsvík tók við eftir Steffen Landro, ið bleiv koyrdur miðskeiðis í kappingini. Dan Brimsvík er aftur venjari í ár. Frágongdin telur Emil Grønn Pedersen (HB), Filip Brattbakk (KÍ) og Amer Ordagic. Síðstnevndi var miðvallari.

 

- Á verjukenda miðvøllinum hevur Nicolai leiklutin sum stríðsmaður. Hann er ikki bangin fyri at fara inn í duellir, og hann er sera hartarbeiðandi. Hann er eisini ein leiðaratypa. Tað verður eitt gott íkast til okkara hóp, skrivar 07 Vestur.

 

Nicolai Dohn er nýggjur saman við Ara í Haraldsstovu Petersen, Silasi Gaard og Casper Gedsted.