HM: Okkara komandi mótstøðulið vann á okkara HM-banamonnum

Niðurlond vunnu á Norðurmakedonia og Ungarn vann stórsigur á Guinea í bólki D

12. og 16. mars spælir føroyska manslandsliðið EM-undankappingardystir móti Niðurlondum.

 

Í bólki D í HM-endaspælinum vístu Niðurlond í kvøld, at teir hava nógvar dygdir. 

 

Í kvøld vunnu Niðurlond 37-32 á liðnum, ið gjørdist okkara bani í HM-undankappingardystunum, Norðurmakedonia. Niðurlond vóru á odda 18-15 í steðginum. 

 

Rutger Ten Velde var stórskjútti hjá Niðurlondum við 11 málum.

 

Í sama bólki vann Ungarn stórsigur 35-18 (20-9) á Guinea.

 

Niðurlond-Norðurmakedonia 37-32 (18-15)

 

Toppskjúttar Niðurlond: Rutger Ten Velde 11, Kay Smits 7, Ivar Stavast 5. 

 

Toppskjúttar Norðurmakedonia: Filip Kuzmanovski 9, Martin Serafimov 6, Marko Mitev 4.

 

Guinea-Ungarn 18-35 (9-20)

 

Toppskjúttar Guinea: David Eponouh 3, Lilian Pasquet 3, Sambou Sissoko 3, Adjiri Corcher 3.

 

Toppskjúttar Ungarn: Zoltán Szita 7, Bence Imre 6, Bence Krakovszki 3, Zsolt Krakovszki 3.

 

Niðurlond hava fýra stig, Ungarn hevur trý stig, Norðurmakedonia hevur eitt stig, og Guinea er aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Skráin fyri innleiðandi bólk D:

 

15. januar: Niðurlond – Guinea 40-23 (21-9)

 

15. januar: Ungarn – Norðurmakedonia 27-27 (14-14)

 

17. januar: Niðurlond – Norðurmakedonia 37-32 (18-15)

 

17. januar: Guinea – Ungarn 18-35 (9-20)

 

19. januar: Norðurmakedonia – Guinea, klokkan 17.

 

19. januar: Ungarn – Niðurlond, klokkan 19.30.