Vanligt var at hava 1. mai haldið á Vaglinum, har røðararnir standa undir tinghúsinum. Men soleiðis ikki í fjør, og soleiðis verður heldur ikki í ár.
Havnar Arbeiðarafelag skrivar, at felagið skipar aftur í ár fyri 1. mai dagshaldi, sum byrjar klokkan 16 í Vágsbotni.
Røðarar verða Marianna S. Hansen lærlingur, Kári Johansen býráðslimur og Jóanes Nielsen rithøvundur.
Havnar Hornorkestur og Hinumegin Ringvegin Trio spæla í samband við haldið.
Tórshavnar KFUK selja vafflir, kaffi og te.
Tulkatænasta luttekur við tulki.
Økið verður stongt fyri ferðslu!
– Vit gleða okkum at síggja tykkum, skrivar Havnar Arbeiðarafelag.