Uppskotið um fría fosturtøku er fallið

Uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, um fría fosturtøku er fallið í Løgtinginum

Við 15 atkvøðum fyri og 15 atvkøðum ímóti fall uppskotið um fría fosturtøku.

 

Fyri at eitt mál skal verða samtykt, so skulu fleiri atkvøður vera fyri enn ímóti, og tað vóru tað ikki. Tí fall málið.

 

Tað var eftir drúgvan fund í eini 4-5 tímar, at Løgtingið at enda feldi uppskotið.

 

30 tingfólk vóru á fundi. Av tí at Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi var burturstaddur, so hevði hann »clearað« við Jacob Vestergaard.

 

Tungan á vágskálini kundi verið Kaj Leo Holm Johannesen, sum ikki var á tingfundi í dag. Hann hevði ikki varafólk fyri seg, og hann hevði heldur ikki clearað við nakað annað tingfólk. Kaj Leo Holm Johannesen hevur áður sagt, at hann er fyri fríari fosturtøku.

 

Les eisini: Løgmaður fyri fríari føsturtøku

 

Fýra fólk úr samgongun atkvøddu ímóti:

 

Henrik Old og Jóhannus Joensen úr Javnaðarflokkinum, og Sólvit Nolsø og Hanna Jensen úr Framsókn.

 

Soleiðis atkøddur tingfólk í málinum um fría fosturtøku:

 

Ja:

 

##med2##

 

Nei:

 

##med3##