1. mars búðu 54.591 fólk í Føroyum

Fólkatalið vaks við 439 seinasta árið, og 1. mars búðu 54.591 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammanundan. Burðaravlopið hevur verið lutfalsliga lítið, fyrst vegna størri deyðatal og síðani vegna minni burðartal. Nettoflytingin er eisini minkað nakað, bæði vegna minking í tilflytingini og fráflytingini. Samanlagt gevur tað ein lakari fólkavøksturin enn áður, og hetta sæst aftur í myndini niðanfyri, sum vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 165 og eini nettoflyting á 274 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa gongdina í til- og fráflytingini. Trendarnir í flytingunum vísa minking í bæði tilflyting og fráflyting. Tilflytingin er minkað meiri enn fráflytingin, og tað minkar um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk. Seinasta árið var hon 274 fólk

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa minkingar í bæði føðitalinum og deyðatalinum seinastu tvey árini. Føðitalið var lutfalsliga stórt á heysti í 2020 og hevur síðani verið støðugt minkandi. Nú er tað minkað so mikið nógv, at virðið á trendinum er tað minsta síðan 1985, tá vit fóru at gera fólkatølini upp. Deyðatalið er minkað niður á stigið, sum var frammanundan vøkstrinum í deyðatalinum í 2022. Áðrenn minkingina í burðaravlopinum, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani, lá burðaravlopið millum 200 og 300 børn. Seinasta árið var tað 165 børn. 

Fólkavøkstur var í fimtan av 29 kommunum seinasta árið. Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Nes, Klaksvíkar, Runavíkar og Vága kommunu. Í júst teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík, á Strondum, í Saltangará og í Sandavági. Fólkatalið minkaði í 14 kommunum. Størsta minking var í Hvalbiar, Eiðis, Tvøroyrar og Sørvágs kommunu. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mars 2023 og 2024.

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút

Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

 

Stutt um fólkatølini

Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.

Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

 

 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

 
 
mar 2023 – mar 2024    
 

 

 
marsmunur  
 20232024persónar%
     
Tilsamans54.15254.5914390,8
Fugloyar kommuna4341-2-4,7
- Hattarvík131300
- Kirkja3028-2-6,7
Viðareiðis kommuna349339-10-2,9
- Viðareiði349339-10-2,9
Hvannasunds kommuna429422-7-1,6
- Depil75-2-28,6
- Hvannasund249248-1-0,4
- Múli000-
- Norðdepil170168-2-1,2
- Norðtoftir31-2-66,7
Klaksvíkar kommuna5.4425.491490,9
- Klaksvík5.0475.102551,1
- Árnafjørður6765-2-3
- Norðoyri163157-6-3,7
- Ánirnar5149-2-3,9
- Mikladalur252728
- Trøllanes1816-2-11,1
- Svínoy293126,9
- Húsar353838,6
- Syðradalur, Kalsoy76-1-14,3
Kunoyar kommuna141153128,5
- Haraldssund62721016,1
- Kunoy798122,5
Fuglafjarðar kommuna1.6191.638191,2
- Fuglafjørður1.6071.626191,2
- Hellurnar121200
Eysturkommuna2.2542.278241,1
- Leirvík1.0181.040222,2
- undir Gøtueiði333639,1
- Gøtugjógv555611,8
- Skálafjørður, Eysturkommuna45125
- Norðragøta653637-16-2,5
- Syðrugøta491504132,6
Nes kommuna1.5051.556513,4
- Nes, Eysturoy37538382,1
- Saltnes151165149,3
- Toftir9791.008293
Runavíkar kommuna4.3364.380441
- Oyndarfjørður130121-9-6,9
- Elduvík1615-1-6,3
- Funningsfjørður5348-5-9,4
- Æðuvík959833,2
- Glyvrar470487173,6
- Lamba160152-8-5
- Rituvík327337103,1
- Runavík57757700
- Saltangará1.1501.171211,8
- Skipanes5452-2-3,7
- Søldarfjørður35836241,1
- Lambareiði911222,2
- Skála750765152
- Skálafjørður13813800
- Funningur4946-3-6,1
Sjóvar kommuna1.1911.213221,8
- Innan Glyvur8986-3-3,4
- Kolbeinagjógv3630-6-16,7
- Morskranes3224-8-25
- Selatrað414437,3
- Strendur9931.029363,6
Eiðis kommuna809792-17-2,1
- Eiði723710-13-1,8
- Ljósá3634-2-5,6
- Svínáir5048-2-4
Sunda kommuna1.8281.824-4-0,2
- Norðskáli331315-16-4,8
- Oyrarbakki16716700
- Oyri17218195,2
- Gjógv293013,4
- Haldórsvík11211754,5
- Langasandur4644-2-4,3
- Tjørnuvík4744-3-6,4
- Saksun111100
- Hvalvík254270166,3
- Nesvík000-
- Streymnes334321-13-3,9
- Hósvík325324-1-0,3
Tórshavnar kommuna23.01423.2742601,1
- Kollafjørður812805-7-0,9
- Oyrareingir3837-1-2,6
- Signabøur159151-8-5
- Argir2.5102.535251
- Tórshavn13.93514.1251901,4
- Kaldbak248239-9-3,6
- Kaldbaksbotnur87-1-12,5
- Mjørkadalur000-
- Sund1100
- Hvítanes10610600
- Hoyvík4.6094.673641,4
- Norðradalur9900
- Syðradalur, Streymoy68233,3
- Kirkjubøur767822,6
- Velbastaður255267124,7
- Hestur1615-1-6,3
- Koltur000-
- Nólsoy226218-8-3,5
Kvívíkar kommuna60360410,2
- Kvívík39339630,8
- Leynar118117-1-0,8
- Skælingur131300
- Stykkið3534-1-2,9
- Válur444400
Vestmanna kommuna1.2691.268-1-0,1
- Vestmanna1.2691.268-1-0,1
Vága kommuna2.1842.209251,1
- Sandavágur1.0151.029141,4
- Miðvágur1.1291.13780,7
- Vatnsoyrar404337,5
Sørvágs kommuna1.2541.241-13-1
- Sørvágur1.1521.149-3-0,3
- Bøur7466-8-10,8
- Gásadalur121318,3
- Mykines1613-3-18,8
Skopunar kommuna47247861,3
- Skopun47247861,3
Sands kommuna520530101,9
- Sandur520530101,9
Skálavíkar kommuna13414396,7
- Skálavík13414396,7
Húsavíkar kommuna9810577,1
- Dalur2936724,1
- Húsavík595900
- Skarvanes101000
Skúgvoyar kommuna3332-1-3
- Skúgvoy2827-1-3,6
- Stóra Dímun5500
Hvalbiar kommuna656635-21-3,2
- Hvalba589570-19-3,2
- Sandvík6765-2-3
Tvøroyrar kommuna1.7541.741-13-0,7
- Froðba281274-7-2,5
- Trongisvágur528522-6-1,1
- Tvøroyri85786470,8
- Ørðavík2524-1-4
- Ørðavíkslíð6357-6-9,5
Fámjins kommuna7877-1-1,3
- Fámjin7877-1-1,3
Hovs kommuna10410843,8
- Hov10410843,8
Porkeris kommuna330322-8-2,4
- Porkeri330322-8-2,4
Vágs kommuna1.3621.360-2-0,1
- Vágur1.3621.360-2-0,1
Sumbiar kommuna341337-4-1,2
- Lopra7675-1-1,3
- Sumba253249-4-1,6
- Víkarbyrgi000-
- Akrar121318,3

 

Meira kann lesast við at trýsta her