- Tað var ein serlig løta. Vit komu á føðideildina 31. desember klokkan 18. Tað var deiliga róligt. Á midnátt fingu vit cider og hugdu eftir fýrverki. Tá hevði eg fingið pínustíllandi og kundi vera uppi, sigur Linda Olsen.
Foreldrini at ársins fyrsta føroyingi rósa ljósmøðrunum og hinum starvsfólkunum á føðideildini.
- Vit eru heppin at hava so góðar umstøður. Tey eru ógvuliga blíð og fitt við okkum, sigur Aksel Olavsson.
Nýføddi beiggin er góður av sær, hevur sovið og etið, og Linda Olsen og Aksel Olavsson eru tí komin róliga inn í nýggja árið.