"Tað er jólaftan - klokka ring" er millum best umtóktu jólasangirnar, og við árunum eru fleiri útgávur sungnar og givnar út við hesum jólasanginum.
Tónlistarmaðurin, Heri Eysturlíð hava granskað nógv í sálmasøgu og sangsøgu, og á Facebook vanga sínum hevur hann hesa áhugaverdu hugleiðingina um kenda jólasangin, ið nú fyllir 100 ár.
Heri Eysturlíð skrivar: "Ikki hoyrist hon líka ofta sum fyrr, nú hon hongur eitt sindur anonym harúti í Kirkjugarðskapellinum við Velbastaðvegin. Gaman í ringir hon hvørja ferð, ið eitt líkfylgi kemur inn í kirkjugarðin.
Men øðrvísi var fyrr, fram til 1952, tá ið Havnar kirkja fekk nýggja og nógv størri kirkjuklokku frá einum ónevndum hjúnum (onkur gitir Waldemar Lützen og konan, men líka veit eg), og tann gamla klokkan varð flutt út í Kirkjugarðskapellið, sum tá var rættiliga nýtt.
Har hongur hon enn og ljómar til flestar jarðarferðir úr kapellinum og hvørja ferð, ið eitt líkfylgi kemur inn í kirkjugarðin.
Júst hendan kirkjuklokkan hevur ljómað í Suðurstreymi og í tí gomlu sóknini í mong ár, í øllum førum í mong ár áðrenn 1895, tá ið hon klovnaði og tískil varð send niður til umstoypingar.
Fram til 1952 var hetta klokkuljóðið líka so væl kent millum havnarfólk, sum tað hábærsliga ljóðið frá tí núverandi kirkjuklokkuni er í dag. Havnin var nógv minni tá i tíðini og ferðslan og larmurin frá skipum og bátum tað minni, og hóast tann gamla klokkan er nógv minni enn tann núverandi (ið sigst vera tann tyngsta kirkjuklokkan í Føroyum og er heilt øgiliga stór til so lítla kirkju), so man tann gamla klokkan hava hoyrst rímiliga væl, í øllum førum í miðbýnum.
Danmarks Radio gjørdi eina sending um ólavsøkuna í 1948, og har verður ringt við tí gomlu kirkjuklokkuni.
Og so er hendan klokkan, ið nú hongur í Kirkjugarðskapellinum, faktiskt tann mest umsungna kirkjuklokkan í Føroyum, í øllum førum um jóltíðir!
Hvussu eg veit tað?
Eg veit ikki, men eg giti.
Jólaaftan 1923 stóð ein yrking á sjálvari forsíðuni á Tingakrossi, ið blaðstjórin Christen Holm Isaksen (1877-1935), vanliga nevndur Kristin í Geil, hevði yrkt (sí mynd undir tekstinum). Yrkingin kallaðist ”Tað er jólaaftan – klokka ring!”.
Kristin í Geil var blaðstjóri á Tingakrossi líka frá tí, at blaðið varð stovnað í 1901, og til hann legði frá sær av heilsuávum fyrst í 30’unum.
Eg tori ikki at siga tað fyri vist, men man hetta ikki vera fyrstu ferð, at henda kenda yrking stóð á prenti? Ikki er ov nógv sagt, at yrkingin bleiv sera væl umtókt bæði millum manna og kvinna!
Legg forrestin merki til orðingarnar: ”Hví man alt vera” og ”Klokka ring”, ikki ”Klokkan ring”.
Tann danski tónasmiðurin Elith Worsing (1893-1923) gjørdi lagið (”Der er lys i lygten, lille mor”). Hóast hann doyði rættiliga ungur av nýrasjúku, gjørdi hann o.u. 300 løg, og millum tey kendastu eru Lille Sommerfugl, Hils fra mig derhjemme, Der er Lys i Lygten, lille Mor og Sov, Dukke Lise (tað lagið varð brúkt til V4-táttin ”Skriva til Marner”). Mong av Worsingsa løgum vórðu framførd á fyrsta sinni í Tivolirevyen.
Møguliga er tað av tilvild, at Kristin yrkti henda sang sama ár, sum Elith Worsing andaðist. Ella eisini frættust deyðsboðini av honum til Føroyar, og Kristin bleiv inspireraður at seta føroysk orð til hetta lagið? Líka veit eg.
Hvussu er og ikki: okkurt bendir á, at føroyingar hava dugað hetta lagið. Ella ið hvussu er tey, ið lósu Tingakross.
Tann danski teksturin – um tann illsinta og váttliga pápan og ta neyðars dóttrina, ið tykir so synd í mammu síni - er heldur dapur og inspirerar milt sagt ikki til at dansa, kvøða og syngja. Løgið at hugsa sær, at hatta var ein av teim best umtóktu sangunum í Tivolirevyini, og at orðini sågar eru at finna inni á síðuni festklaveret.dk!
Og Guð viti, hvørjum lag Kristin mundi vera í, tá ið hann fann upp á at brúka hetta lagið til ein so festligan jólasang.
Og sum áður nevnt:
Lítið man vera at ivast í, at klokkan, sum Kristin í Geil nevnir í yrkingini, er tann kirkjuklokka, sum tá hekk í Havnar kirkju. Faðir hansara og ættfaðir mín Djóni í Geil var klokkari í kirkjuni eitt langt áramál, so kirkjuklokkan man hava hoyrt Kristinsa barna- og ungdómsjólum til.
Mær er sagt, at klokkaraembætið í Havnar kirkju gekk í arv í Geilafamiljuni í nøkur ættarlið – helst tí at klokkan skuldi hoyrast út um allar geilar, høhøhø.
Havnin var jú nógv minni í 1923 enn í dag. Hóast býurin ikki var líka lítil, sum tá ið tann nýggja (núverandi) kirkjan varð bygd ”nord for Byen” í 1788, og Bringsnagøta enn var mark millum bý og haga, so var Havnin kortini so mikið lítil, at sjálvt Kongaminni stóð eitt petti uppi í haganum oman fyri býin, og mestsum øll húski í Havn munnu hava hoyrt kirkjuklokkuna, tá ið jólini vórðu ringd inn.
(Oddvør Johansen fortelur, at gamli Frits klokkarin - ið summi okkara enn minnast - stóð mangan í kavaroki uppi í torninum og ringdi jólini inn í ein heilan tíma).
Eingin bilferðsla var, eingi larmandi skip, Kjartansa moli var ikki bygdur enn, eingin tørvur var á felagnum Heimafriður, og eingi radiolurt, sjónvørp, teldlar ella onnur tól vóru at órógva jólafriðin heima við hús.
Well; um mín teori er sonn, so er klokkan í kirkjugarðskapellinum tann mest umsungna kirkjuklokkan í Føroyum." Skrivar Heri Eysturlíð á vanga sínum um tann nú 100 ára gamla, fólkakæra jólasangin.
##med2##
##med3##