66 eru deyð eftir eldsbruna á turkiskum skíðhotelli

Eitt stórt hotell varð rakt av eldi á einum vetrarítróttarstaði í Turkalandi, og í minsta lagi 66 fólk hava latið lív.

Eftir eldsbrunan á einum turkiskum hotelli á einum vetrarítróttarstaði er talið av deyðum komið upp á 66. Harumframt hava í minsta lagi 51 fólk fingið skaða.

Tað segði turkiski innanríkisráðharrin, Ali Yerlikaya, í dag, sambært tíðindastovuni dpa.

- Pína okkara er stór, segði Yerlikaya á einum tíðindafundi.

Eldurin rakti skíðhotellið Kartalkaya, sum liggur í útnyrðingspartinum av Turkalandi.

Eldurin kyknaði klokkan 3:27 lokala tíð á hotellinum Grand Kartal, sum er í 12 hæddum, hevur ráðharrin áður sagt.

Talið av deyðum upp á 66 er ein hægri enn áður fráboðað, tá sagt var í minsta lagi tíggju deyð.

Skíðstaðið er í Köroğlu-fjøllunum umleið 170 kilometrar í útnyrðing úr turkiska høvuðsstaðnum, Ankara.

 

/Ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##