129 arbeiðsfólk fóru í bjargingarbátarnar

- Men, tað vísti seg, at hetta var følsk ávaring, sigur tíðindavaktin hjá Equinor við NRK

Síðstu nátt fór eldávaring í gongd á boripallinum Njord A hjá Equinor í Norðsjónum.

 

Tíðindavaktin hjá felagnum, Lars Martin Kindingstad, sigur við norska kringvarpið, at 129 fólk vóru á pallinum.

 

- Tey fóru í bjargingarbátarnar, sum er vanligt, tá eldávaring fer í gongd.

 

Men, hetta vísti seg at vera følsk ávaring, og starvsfólkini kundu øll fara umborð aftur á pallin.

 

- Tað er ikki óvanligt við følskum ávaringum, sigur Lars Martin Kindingstad hjá Equinor við NRK.