Tilsamans 95 fólk druknaðu í Noregi í 2024, og hetta eru 20 prosent fleiri enn í 2023, tá 79 fólk lótu lív í slíkum vanlukkum.
Talið fyri árið í fjør er 14,5 prosent hægri enn miðal fyri árini 2019-2023, vísa hagtøl hjá norska stovninum, Redningsselskapet.
- Tað hevur skund at gera nakað við hetta, sigur aðalskrivarin í Redningsselskapet, Grete Herlofson.
Hetta sigur hon í tíðindaskrivi, sum eitt nú www.kystmagasinet.no endurgevur.
Grete Herlofson vísir á, at fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð eru fleiri fólk deyð í drukningarvanlukkum í eitt ár enn í ferðsluni í Noregi.
Lagt verður aftrat, at vøksturin í vanlukkum við drukning í 2024 í høvuðsheitum er knýttur til frítíðarbátar og baðing.
- 35 fólk druknaðu úr frítíðarbáti, harav fimm lótu lív í kajakkum, kano - ella í sigling við við gummibáti eftir streymhørðum áum.
Í tíðindaskrivinum hjá Redningsselskapet verður sagt, at øll, sum druknaðu úr frítíðarbáti í fjør, vóru vaksin fólk, harav 93 prosent vóru menn - hin yngsti í 20'unum og hin elsti í 80'unum.
Í triðju hvørji vanlukku við frítíðarbáti hendi tað, at fólk fóru niður ímillum bát og bryggju.
17 fólk lótu lív í baðivalukkum í 2024, og hetta er væl omanfyri miðal, sum hevur ligið um tíggju um árið seinastu fimm árini.
31 fólk druknaðu eftir at vera dottin á sjógvin, og hesar vanlukkur hendu serliga í samband við túrar og fisking í sjónum og í áum.
Meira um hetta kann lesast á www.kystmagasinet.no