150 fólk á flokstingi hjá Tjóðveldi

Høgni Hoydal takkar nú fer seg sum formaður í Tjóðveldi, og um eina løtu verður nýggj forkvinna vald

Á middegi møttu umleið 150 tjóðveldisfólk til floksting hjá Tjóðveldi á Hotel Føroyum, har tey skulu velja nýggja forkvinnu og nýggja næstforkvinnu.

 

Í uppskoti til forkvinnu eru tær báðar Bjørt Samuelsen og Sirið Senberg. Hervør Pálsdóttir er einasta uppskot til næstforkvinnu.

 

Tað var aðalstjórnarformaðurin í Tjóvðeldi, Høgni í Stórustovu, sum setti flokstingið. Í løtuni heldur Høgni Hoydal røðu, og um eina løtu fáa tær báðar, sum eru í uppskoti til nýtt forfólk 10 minuttir í part at greiða frá sínum málum sum floksleiðari.

 

Vit frætta meira seinni um, hvussu leikur fer.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##