Í dag eru í minsta lagi 17 fólk dripin í ísraelskum álopum í Gazageiranum.
Tað siga myndugleikarnir í Gaza sambært tíðindastovuni, NTB.
- Líkini av deyðum eru heintað úr flóttafólkaleguni, Nuseirat, miðskeiðis í Gazageiranum.
Hetta veit tíðindastovan Wafa at siga, sum er undir eftirliti av Hamas.
Ísraelski herurin (IDF) hevur eina aðra søgu at siga um hendingarnar í dag.
- Vit hava beint fyri terroristum og hava funnið stórar vápnagoymslur, sigur IDF.