Hvar heldur tú jól?
- Jólini verða hildin í Skemmuni á Skarvanesi saman við børnunum, mammuni og eldru systrini. Jóladag plagar leiðin at ganga til Skopunar til mammuna, og 2. jóladag plaga vit at verða hjá vermammuni við Norðskála.
Tað sigur Anna Paulina Leo Olsen, sum vísir á, at í ár skipar ungmannafelagið Sólaris í Húsavík fyri jólaleiki og hugna 2. jóladag.
- Tí kann hugsast, at tíðarkarmurin møguliga verður øðrvísi í ár, leggur hon aftrat.
Hvat eta tit á jólum?
- Sum hjá helst flestum øðrum, verður alt ov nógv etið á jólum, sigur hon brosandi.
Hon vísir á, at jólaaftan er siðvenja at hava kókaðar ræstar ryggir og hálsar, og 1. jóladagur er við dunnu, sviskum og øllum tí sum hoyrir til.
- Í heiminum hjá okkum í Skopun var vanligt at eta gás á jólum. At hava ræst kjøt jólaaftan, hevði mamma mín við sær úr Fámjin. Hetta hava vit ført víðari.
Anna Paulina sigur, at sama er við einari jólakaku, sum henni vitandi eingin annar etur. Jólakakan minnir um ensku jólakøkuna, men hendan hevur smørkrem innan og er alkoholfrí.
- Eg kann ikki síggja stokta gás. Gás er góður føstumatur – turkað og við drýli afturvið, leggur hon aftrat.
Keypir tú jólagávur?
- Eg keypi nakrar jólagávur. Vit hava fýra børn, men út yvir tað hava vit sera lítla familju í báðar ættir. Tí eru vit heldur ikki pírin, tá talan er um gávur og børnini.
Anna vísir á, at henni dámar sera væl at fjasast við ymiskt heimaputl, sum eitt nú binda, hekla, gera sápur og annað slíkt.
- Av tí sama er ofta okkurt hondgjørt í pakkunum, sum fara av húsunum. Eg tími ikki at tuska runt fyri at finna gávur ella keypa, so eg ikki havi fyri breyð í januar. Tað kann ikki vera meiningin við jólagávum.
Og hon sigur víðari:
- Okkum øllum dámar væl at brúka nógva tíð uppá at pakka jólagávurnar inn. Tað er ein hugni í sær sjálvum, serliga við gomlum avísum og endurnýtslupappíri. Soleiðis kunnu vit saktans fáa ein dag at ganga, sigur hon.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Eg eri ein av teimum sum longu í oktober havi hugt eftir tí fyrsta jólafilminum. Eg elski jólini, og hetta er tann hátíðin, sum hevur mest at siga fyri meg. Tískil gleði eg meg minst líka so nógv til jólar sum vaksin, sum tá eg var barn.
Hon heldur fyri, at munurin tó er, at desember er sera stokkutur, tá tú ert tann vaksni.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Ja, eg havi eitt jólaynski! Men, tað er ikki alt, sum skal avdúkast her, sigur Anna Paulina Leo Olsen brosandi.
Soleiðis segði hon nakrar dagar, áðrenn tey í Húsavíkar kommunu høvdu skipað seg, og vit kunnu bara gita, um jólaynskið hjá henni kanska var at gerast borgarstjóri.
Men, tað sigur søgan einki um.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/ein-deiligur-fridur-a-jolum
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/royna-at-foera-godu-virdini-vidari-vid-okkara-boernum