17 lík funnin eftir vanlukku á russiskari hálvoyggj

17 lík eru funnin, eftir at ein tyrla datt niður við 22 fólkum umborð á russisku Kamchatka-hálvoynni langt har eysturi í Russlandi.

Higartil er greitt, at 17 lík eru funnin eftir eina tyrluvanlukku á russisku hálvoynni Kamchatka. - Mynd: Útbýting/Ritzau Scanpix

Tað upplýsti embætismaðurin Ivan Lemikhov úr russiska tilbúgvingarmálaráðnum sambært tíðindastovuni AFP sunnudagin.

Tyrlan hvarv stutt eftir at hon fór á flog leygardagin.

19 ferðafólk og manning sum taldi trý vóru umborð, hava økismyndugleikarnir upplýst.

Bjargingarfólk funnu sunnumorgunin tað, sum var eftir av tyrluni, í fjallaøki í 900 metra hædd. Tað upplýsir guvernørurin í Kamchatka, Vladimir Solodov, í einum videobroti á Telegram.

Sambært ráðnum varð flogfarið funnið nærindis staðin, har tað hvarv av radaranum.

 

/ritzau/AFP

 

Higartil er greitt, at 17 lík eru funnin eftir eina tyrluvanlukku á russisku hálvoynni Kamchatka. - Mynd: Útbýting/Ritzau Scanpix