Hvala- og umhvørvisaktivisturin Paul Watson, sum týsdagin varð leyslatin í Nuuk í Grønlandi, heldur fast við at steðga japanskari hvalaveiðu, um hon verður tikin uppaftur í Suðurhavinum.
Tað segði hann við tíðindastovuna AFP í dag.
- So ella so fara vit at steðga hvalaveiðu um allan heimin. Vit mugu læra at liva í samljóði við øll hini sløgini á hesi planetuni, sigur hann.
- Um Japan hevur ætlanir um at venda aftur til Suðurhavið, so verða vit eisini har.
Paul Watson varð varðhaldsfongslaður í umleið fimm mánaðir í Grønlandi. Hann varð handtikin í Nuuk 21. juli, tá skip hansara "John Paul DeJoria" legði at bryggju fyri at bunkra.
Skip hansara var á veg at steðga einum japonskum hvalaveiðuskipi í Norðuratlantshavi.
Watson varð handtikin, tí Japan hevði givið altjóða handtøkuboð eftir honum fyri eina hending í Arktis í 2010.
Her vóru japanskir hvalaveiðumenn í ferð við at veiða og drepa hval, tá Watson - sambært Japan - hjálpti til at skaða eitt japanskt hvalaveiðiskip og eisini forðaði hvalaveiðumonnum umborð í at gera sítt arbeiði.
Vegna altjóða trýst hevur Japan lagt hvalaveiðuna í Suðurhavinum, sum liggur í landsynning úr Nýsælandi, afturum seg. Síðani 2019 hava hvalaveiðimenn í landinum verið verandi í japanskum landasjógvi.
Men í mai setti Japan skipið Kangei Maru út, sum er eitt stórt hvalaveiðuskip.
Aktivistar síggja tað sum eitt tekin um, at Japan hevur ætlanir um at venda aftur til Suðurhavið. Hesum hevur felagið handan skipið tó avsannað.
Paul Watson, sum fyrst í desember fylti 74 ár, er amerikanskur-kanadiskur ríkisborgari, men áðrenn hann varð varðhaldsfongslaður búði hann í Fraklandi saman við konu síni og báðum synum teirra.
Eftir at hann varð handtikin, søkti hann um politiskt friðskjól í Fraklandi.
Hann hevur brúkt varðhaldstíðína sum eitt slag av mennandi uppihaldi, segði hann við AFP leygardagin.
- Vit hava havt fimm mánaðir at seta sjóneykuna á ólógliga hvalaveiðuvirksemið hjá Japan, men eisini áhaldandi drápið hjá Danmark av grindahvali og springarum í Føroyum, sigur hann.
Í fráboðan frá føroyskum myndugleikum sæst, at 897 grindahvalir og 10 springarar vórðu dripnir í Føroyum í fjør.
/Ritzau/