Tað var stórur spenningur undan landsliðsúttøkuni fyrra partin í dag, tá Eyðun Klakstein, fyribils landsliðsvenjari, skuldi taka landsliðið út. Hann og Atli Gregersen, hjálparvenjari, hava fingið til uppgávu at leiða landsliðið gjøgnum tveir teir seinastu dystirnar í Nations League, eftir at Håkan Ericson bleiv koyrdur.
Tíðinafundurin var í Trinustovu á veghæddini á Tórsvølli. Flestu av føroysku miðlunum vóru á staðnum, fyri at fregnast um landsliðsúttøkuna. Tá U21-landsliðsvenjaratoymið varð sett bleiv tað eisini væntað, at fleiri av U21-landsliðsspælarunum fóru at koma við.
Spenningurin var eisini stórur um hvørjir spælarar blivu ov stuttir. Tað kunnu skrivast bøkur um landsliðsvenjarar, ið ikki tíma at tosa um spælarar, sum ikki komu við. Soleiðis var eisini við Håkani Ericson, ið eina ferð kendi seg sum ein pappageyk, tá hann upp í sama skuldi greiða frá, hví Páll A. Klettskarð ikki var úttikin.
Frával og tilval
Soleiðis er eisini hesa ferð hjá Eyðuni Klakstein, tí Páll A. Klettskarð er nú við, men tað eru hvørki Jóan Símun Edmundsson ella Klæmint A. Olsen. Serliga Jóan Símun Edmundsson hevur verið í landsliðshópinum hvørja ferð hann hevur verið tøkur, síðani hann sum 18 ára gamal bleiv tveittur fyri leyvurnar 12. august 2009 móti Fraklandi.
Klæmint A. Olsen bleiv eitt altjóða kent navn, tá hann upp á trý ár skoraði tíggju mál og tangerandi landsliðsmálmetið hjá Rógva Jacobsen. Síðani hevur hann ikki rakt málið og tað verður ikki í ár, at hann tekur metið, tí hann er ikki við.
Samanlagt hava teir spælt 157 landsdystir og skorað 18 mál á landsliðnum. Tó er seinasta málið hjá Jóan Símuni komið í 2022, meðan seinsata málið hjá Klæminti A. Olsen kom í 2021. Aðrir, sum ikki hava klárað skerini, eru Daniel Johansen, Hannes Agnarsson, Samuel Chukwudi, Sonni Ragnar Nattestad, meðan Hørður Askham er skaddur.
Páll A. Klettskarð hevur ikki fingið hol á við landsliðnum, men hann er toppskjútti í Betri deildini í ár og hevur skorað mál í Evropa. Vert er eisini at leggja til merkis, at Meinhard E. Olsen og Petur Knudsen eru skrásettir sum áleyparar til komandi landsliðstúr.
Føroyar hava tveir dystir eftir. Tann fyrri verður ímóti Armenia 14. november og tann seinni ímóti Norðurmakedonia 17. november.
Málverjar:
Teitur M. Gestsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (DK)
Verjan:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Jann J. Benjaminsen, B36
Ási Dam, HB
Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson, Fredrikstad FK (Norra)
Noah Hans Mneney, HB
Hanus Sørensen (Uttan felag)
Hallur Hansson, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Norra)
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
Poul Kallsberg, Víkingur
Álopið:
Meinhard E. Olsen, Mjøndalen IF (Norra)
Páll A. Klettskarð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
##ms##