Á ársins síðsta býráðsfundi í ár, bleiv Trygvi Kallsoy heiðraður fyri drúgva tænastu í Sunda kommunu. Trygvi Kallsoy hevur verið býráðslimur í Sunda kommunu líka síðani samanleggingina 1. januar í 2005 - nevniliga 20 ár.
Áðrenn samanleggingina var Trygvi býráðlslimur í Hvalvíkar kommunu frá 1992 - 1996, og so aftur frá 2000 og fram til samanleggingina. Hann hevur tí siti sum býráðslimur í heili 28 ár í alt.
Trygvi sigur seg hava varhugan av, at tað var verpápin sum stillaði seg upp á fyrrsta sinni í 1992. Trygvi flennir og fortelur, at hann valdi ikki eingong seg sjálvan fyrstu ferð, men var ótrúliga glaður fyri at koma inn og hevur verið sera glaður fyri tað politiska arbeiði líka síðan.
Sunda kommuna ynskir Trygva hjartaliga till lukku og takkar fyri drúgva tænastu, skrivar sunda.fo.