2000 næmingar hava luttikið á ársins Skúlaleikum - nú verður endabresturin

Triðja árið á rað hava Skúlaleikir vitjað kring landið, og aftur í ár hevur luttøkan vera sera góð. Næstan 2000 úr næmingar hava luttikið á teimum 13 undanstevnunum kring landið, og stóri landsstevnudagurin verður týsdagin 23. apríl í høllina á Hálsi í Havn. Tá fara 324 næmingar at dystast í teimum seks ítróttagreinunum, sum eru við í Skúlaleikum í ár. 

Slagorðið hjá Skúlaleikum er ”felagsskapur og rørslugleði fyri øll”, og tí snúgva stevnudagarnir seg fyrst og fremst um felagsskapin. Øll kunnu verið við, og øll hava ein leiklut á sínum liði. 

 

Næmingarnir heppað á floksfelagar, givið smíl og high-gives, savnað vinir úr øðrum flokkum og yvirhøvur verður stórur dentur lagdur á felagsskapin á degnum. Vælupplagdir lærarar og glaðir næmingar hava roynt seg í seks ítróttagreinum, sum eru lagaðar til skúlaítrótt. Tær eru  frælsur ítróttur, flogbóltur, badminton, rógving, kurvabóltur og rørslumegi. Parasport hevur verið størri partur av Skúlaleikum í ár, og tí hava næmingarnir m.a. runnið við og uttan bind fyri eyguni, kasta sitandi og róð stafet uttan at tosa saman.

 

Hvør stevna endar við, at vit heiðra dagsins hepp, besta felagsskap, og so finna vit tann flokkin, sum samða hevur klárað seg best, og sum tí skal umboða økið til landsstevnuna. 

 

##med2##

 

Flokkarnir á landsstevnuni 23. apríl eru:

 

4. flokkar:  Eystur Kommuna, Eysturskúlin, Skúlin við Løgmannabreyt, Tvøroyrar Skúli og

 

Vestmanna Skúli. 

 

5. flokkar: Keldan, Skúlin á Fløtum (d), Santa Frants Skúli (a), Skála Skúli, Skúlin í Eystur

 

Kommunu og Vágs Skúli. 

 

6. flokkar: Sumbiar Skúli, Skála Skúli, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Fløtum (b) og Skúlin í

 

Eystur Kommunu.

 

Skráin fyri dagin er: 

 

Kl.  9.30 – 10.00: Landsstevnan byrjar í Høllini á Hálsi

 

Kl. 10.00 – 11.30: Skúlaleikagreinar í Høllini á Hálsi, Dansifrøi, Gundadalshøllini og á Tórsbreyt

 

Kl. 11.30 - 12.00: Matarsteðgur

 

Kl. 12.00 - 13.30: Skúlaleikagreinar Høllini á Hálsi, Dansifrøi, Gundadalshøllini og á Tórsbreyt

 

Kl. 13.30 – 14.00: Steypahandan og øll fáa heiðursprógv

 

Kl 14.00: Myndatøka av flokkunum

 

##med3##

 

Øll áhugað eru vælkomin at hyggja framvið at uppliva góða huglagið.

 

ÍSF er stigtakari til Skúlaleikir, og aftur í ár er Betri høvuðsstuðul. Samstarvspartar eru

 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið, Fróðskaparsetur Føroya og Fólkaheilsustýrið.

 

Myndir frá stevnudøgunum síggjast her