30 prosent av nýggju bilunum vóru elbilar

Í augstu vórðu skrásettir 57 elbilar í Føroyum. Tað er 30 prosent av øllum nýggjum bilum

 

Higartil í ár eru 256 elpersónbilar skrásettir, og er tað 21,5% av øllum nýskrásetingum.

Tað skrivar bólkurin Elbilar í Føroyum, sum hevur roknað út, hvussu støðan er í ymsu bólkunum í mun til, hvussu nógvir bilar vóru á vegunum fyri einum mánaði síðani.

Bensin: -72, -381 fyri árið.

Diesel: -15, -259 fyri árið.

Bensin PHEV: +24, +55 fyri árið.

Bensin HEV: +108, +576 fyri árið.

Diesel HEV: +2, +14 fyri árið. 

##med2##

 

Tølini vísa, at nógv mest er selt av hybridbilum. Tað er uttan iva tí, at lógin um MVG afturbering er broytt, og nýggj lóg, við lægri MVG afturbering til hybridbilar kom í gildi síðsta fríggjadag.