Í fjør heyst misti Mattias H. Lamhauge plássið sum fyrsti málverji hjá Fredericia, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Kappingarneytin, Valdemar Birksø tók av tá Mattias fekk ein skaða, og Mattias slapp ikki framat aftur, men mátti taka til takkar at vera á beinkinum.
Valdemar Birksø framdi somikið góð avrik, at hann nú er seldur til liðið hjá Jóannesi Bjartalíð, Fredrikstad.
Valdemar Birksø hevur gjørt ein fimm ára sáttmála við Fredrikstad, ið spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Fredericia hevur tó leigað Valdemar Birksø fram til 1. juli, so hann og Mattias vera framvegis kappingarneytar restina av kappingarárinum.
Fredericia er í løtuni á øðrum plássinum í næstbestu deildini. Teir hava 37 stig. Fremst er OB við 45 stigum.