50 milliónir krónur til hægri løn.

Tað skal vera gevandi og mennandi at arbeiða innan vælferð í Føroyum. Men man skal fyrst og fremst kunna liva av lønini! Tí ynskja vit í Tjóðveldi, at 50 milliónir krónur verða settar av til at lyfta lægstu lønirnar á vælferðarøkinum.

 

Javnan hoyra vit hugtøk sum ”heitar hendur”, ”bleyt virði” og ”at arbeiðið er eitt kall”, tá vit tosa um vælferðarstørv. Í mínari verð er talan um starvsfólk, sum oftast hava nomið sær útbúgving innan heilsurøkt ella námsfrøði, og sum við sínari útbúgving, menniskjaligu førleikum og arbeiðssemi tryggja, at okkara sjúku, veiku, eldru og børn hava tað gott. Og tað skulu tey sjálvsagt lønast fyri!

 

Vit vita eisini, at vælferðarstørvini eru tung bæði kropsliga og sálarliga. Tí skal arbeiðsvikan eisini styttast, so full tíð svarar til 37 tímar um vikuna.

 

Vælferðarstørvini eru grundarlagið undir okkara arbeiðsmarknaði. Tey eru grundarlagið undir trygd og trivnaði hjá okkum øllum. Tí skal ein hægri raðfesting av vælferðarøkinum síggjast sum ein íløga í framtíðina hjá okkum øllum – og ikki sum ein fíggjarlig byrða.

 

Tað er ein sannroynd, at tað eru serliga kvinnur, sum arbeiða í vælferðarstørvunum, og tí vil ein lønarhækking saman við einari styttari arbeiðsviku skapa størri javnstøðu millum kynini. Samstundis vil hægri løn og betri arbeiðsumstøður eggja bæði kvinnum og monnum til at fáa sær útbúgving innan vælferðarøkið. Og tað hava vit stóran tørv á komandi árini!