50 ár síðani seinastu Beatles konsertina

Her kanst tú síggja video av framførsluni

Í dag eru liðin júst 50 ár, síðani mætasti poppbólkurin í tónleikasøguni hevði sína seinastu konsert.

The Beatles góvust at spæla konsertir í 1966, men savnaðust í 1969 til eina serstaka framførslu á takinum á Apple bygninginum í Savile Row í London.

Konsertin var upptikin til filmin »Let It Be«, sum kom út í 1970. Tá filmurin kom út, vóru The Beatles givnir sum bólkur.

Hetta varð sostatt seinasta konsertin hjá The Beatles.

Omanfyri ber til at síggja brot av seinastu konsertini – The Beatles spælir sangin »Don’t Let Me Down«.