Fleiri keldur, sum hava neyvan kunnleika til kríggið millum Russland og Ukraina, vita at siga, at umleið 11.000 herfólk úr Norðurkorea stríðast á russiskari síðu í krígnum.
Sagt hevur verið, at hesir serliga hava havt til uppgávu at hjálpa russum at taka landaøkið í Kursk-landslutinum aftur frá ukrainsku herdeildunum, sum tóku seg inn í Russland í august.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, kemur nú við skakandi útsagnum.
Hann hevur áður víst ótýdlig video-brot, sum skulu vísa russiskar hermenn, ið brenna andlitini á deyðum norðurkoreanarum, soleiðis at teir ikki skulu kunna eyðmerkjast at vera úr Norðurkorea.
Sagt hevur eisini verið, at umleið 3000 norðurkoreanskir hermenn longu eru deyðir ella særdir í bardøgum við ukrainskar herdeildir.
Men, ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at tað eru ikki allir norðurkoreanar, sum doyggja í sjálvum krígnum.
- Tað hava eisini verið hendingar, har norðurkoreanskar deildir hava lopið á og dripið síni egnu herfólk, sigur forsetin í kvøld sambært Reuters.
USA hevur áður lagt russiskar deildir undir tað sama - at leypa á og drepa síni egnu herfólk í krígnum millum londini, sum nú skjótt hevur vart í trý ár.