52 ár síðani HB vann finalu ímóti B36

Undan 10. finaluni millum grannarnar í Gundadali hevur HB vunnið seks ferðir og B36 tríggjar ferðir

Tað hevur verið kappast í steypakappingini síðani 1955. Tí átti ársins finala at verið tann 70., men soleiðis er tað ikki. Orsøkin er tann, at finalan í 1970 varð strikað. Tað komst av, at semja ikki fekst um, hvørjum vølli finalan hetta árið skuldi spælast á. ÍSF, sum tá hevði ábyrgdina av fótbóltinum, vildi hava, at finalan skuldi vera í Gundadali.

 

Í 1966 og 1967 vann KÍ finalurnar í Sarpugerði í Gøtu ímóti ávikavíst HB og B36. Í 1968 og 1969 vann HB finalurnar ímóti B36 í Gundadali. Klaksvíkingar settu uppá, at finalan í 1970 skuldi vera í Gøtu, og tað endaði við, at ÍSF valdi at strika finaluna.

 

Tí verður finalan í kvøld tann 69.

 

HB hevur vunnið steypakappingina 29 ferðir, og B36 hevur vunnið steypakappingina sjey ferðir. Av teimum níggju finalunum millum stóru feløgini í høvuðsstaðnum hevur HB vunnið seks, og B36 hevur vunnið tríggjar.

 

Fyrsta finalan millum HB og B36 var í 1959. Tá vann HB fimtu finaluna um ísafjarðarbikarið. Í sekstiárunum vóru fimm finalur millum høvuðsstaðarfeløgini. HB vann allar uttan hana í 1965. Í 1964 vann HB ísafjarðarbikarið til ognar, og í 1965 vann B36 fyrstu finaluna um fyrstu ísafjarðarsúluna.

 

Síðsta ferðin, at HB vann steypafinalu ímóti B36 var í 1972. Úrslitið var 6-1 á regnváta vøllinum í Gundadali.

 

Síðani hevur HB vunnið 19 steypafinalur. Bara í 1991 og 2018 hevur í øll hesi árini verið talan um høvuðsstaðarfinalur, og í báðum førum var tað B36, sum vann.

 

##med2##