Eldraráðið í Tórshavnar kommunu, sum umboðar 5.500 borgarar yvir 60 ár, er ongantíð hoyrt um nakað sum helst seinastu árini. Hetta hóast Eldraráðið hevur havt regluligar fundir, hava skipað fyri eldradegi og víst á bústaðartørvin hjá okkara eldru ættarliðum í áravís!
Í fundarfrásøgn hjá Eldraráðnum sjálvum frá 4. januar í ár, verður skrivað:
“Sagt verður frá Býráðnum, at tey har eru so fegin um at hava møguleikan fyri at spyrja Eldraráðið um ráð, tá talan er um viðurskifti, sum hava við tey eldru at gera. Hetta er nakað vit ikki kennast við, tí vit hava ONGANTÍÐ havt nakran fyrispurning um nakað sum helst. Tí ætla vit - nú vit fara inn í seinasta árið, áðrenn nýtt Eldraráð verður valt - at seta okkum í samband við Heilsu- og eldradeildina í Tórshavnar býráð og biðja um fund um nærri samstarv.”
Ikki eina einastu ferð er Eldraráðið hoyrt av Býráðnum hesa setanina. Ikki fyrr enn tey sjálv vendu sær til kommununa, blivu tey hoyrd. Allar fundarfrásagnir hjá Eldraráðnum liggja annars alment frammi á heimasíðuni hjá kommununi, so tað átti at verið lag á manni hjá politikarunum at fylgt við í – og havt áhuga fyri – hugsanum hjá okkara eldru borgarum.
Staðfestast má, at sitandi býráð ikki er “Býráðið fyri borgaran”, sum annars er heitið á samgonguavtaluni. Í avtaluni stendur eisini, at:
“Vit fara saman við okkara eldru borgarum, Eldraráðnum, fakfólkum og avvarandi at nýhugsa og menna dygdargóðar loysnir, sum eisini tryggja tørvin í framtíðar samfelagnum og leggja upp fyri broyttari fólkasamanseting.”
Hetta er ikki annað enn føgur, men tóm, orð.
Góð, virkin og virðilig eldraár
Vit halda, at okkara eldru eru eitt tilfeingi, sum skulu kunna liva eitt virkið og innihaldsríkt lív. Vit eru øll ymisk, so tilboð og tænastur skulu, við virðing fyri sjálvsavgerðarrættinum, tillagast tí einstaka.
Vit ynskja, at okkara eldru skulu kunna búgva heima sum longst. Eitt heim er ikki bara fýra veggir og tak yvir høvdið. Tað er kenslan av tryggleika, samleika og sjálvræði.
Tí fara vit at byggja 200 eldravinarligar bústaðir komandi fýra árini, so møguliga skiftið frá egnum húsum til røktarheim verður so lagaligt og skynsamt sum gjørligt. Eisini skulu fleiri røktarheimspláss byggjast, og verandi røktarheim dagførast og umvælast, so rætta tænastan kann veitast til røttu tíð.
Uttan okkara dugnaligu starvsfólk á eldraøkinum, megna vit millum lítið og onki. Tey skulu trívast og mennast – og vera ambassadørar fyri økið, so nýggj starvsfólk leggjast afturat. Vit vilja lurta, vísa teimum álit, geva teimum ábyrgd og soleiðis skapa bestu karmar, so tey kenna seg vird og kunnu gleðast um at fara til arbeiðis hvønn dag.
Meira av tí sama ella eina nýggja byrjan?
Eg haldi stundin er komin til eitt vaktarskifti á Vaglinum. Tørvur er á at lata nýggj fólk, við nýggjari orku og hugflogi sleppa framat valdinum í Tórshavnar kommunu.
Vónandi halda tit tað sama.
Liljan Weihe
Valevni hjá Tjóðveldi