“Við Huldulitt er ætlanin at varpa ljós á okkara siðsøgu og mentanararv, nevnliga søgurnar og sagnirnar um huldufólk, álvar og trøll. Søgur, sum fleiri børn í dag ikki kenna ella bert kenna eina Disney-útgávu av”, sigur Tordis á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn. “Hendan tíðin kann vera sera myrk og tung, tí er upplagt við einum tiltaki, sum ger tíðina eitt sindur gandakenda við at ferðast inn í hulduheimin, har vit samstundis gleða okkum til ljósari tíðir og siga farvæl við hesar verur, sum bert trívast í myrkri”, sigur Tordis.
Hetta verður millum annað gjørt við at gera Viðarlundina um til eina gandakenda huldulund við ljósinstallatiónum, ymsum forvitnisligum lutum og einum hulduportali. Afturat tí, verður hon prýdd við verkum, ið stovnar og skúlar í kommununi hava evnað til. Miðbýurin í Havn verður eisini prýddur við ljósinstallatiónum, eitt nú við einum huldutunli á Vaglinum og einum serstøkum veggjaprýði í Steinatúni við verum hjá Williami Heinesen, “William Heinsen er eisini kendur fyri at skapa og tekna trøll og aðrar verur við íblástri úr hulduheiminum, og er standmyndin, Tarira, í viðarlundini eitt dømi uppá tað - og nú koma hesar verur til lívs við einum animeraðum veggjaprýði”, greiður Tordis frá. Sostatt verða sagnir, list, tiltøk og ljóð knýtt saman við Huldulitt tiltakinum.
##med2##
“Setanin verður 1. februar, og tá fara fleiri støð og handlar í Havn at gera eyka burturúr, og áhugaverd tiltøk og konsertir vera eisini á skrá bæði á sjálva setanardegnum og alla vikuna, so tað er at hyggja í fjølbroyttu skránna, sum verður avdúkað skjótt”, sigur Tordis, og leggur afturat, at øll eru vælkomin at skipa fyri einum Huldulitt-tiltaki hesa vikuna og fáa tað á skrá við at venda sær til torsinfo(at)torshavn.fo.