A-inntøka hjá pensjónistum skal ikki mótroknast

Arbeiðsloysið í Føroyum í dag er søguliga lágt, og tørvurin á arbeiðsmegi er størri enn nakrantíð.

 

Samstundis vita vit, at nógvir pensjónistar framhaldandi ynskja at geva teirra íkast til arbeiðsmarknaðin.

 

Í dag er tað so, at um a-inntøkan hjá pensjónistum fer upp um 45.000 kr árliga, so verður hon mótroknað í pensjónini. Hetta kann hava við sær, at fleiri setast aftur, tá inntøkan kemur har upp. Tað gevur ikki meining, tá tørvurin á arbeiðsmegi er so stórur, og vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum.

 

Tí ynskja vit, at a-inntøkan hjá pensjónistum frameftir ikki longur skal mótroknast í pensjónini, so at hesir borgarar framhaldandi kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum, um og í tann mun teir ynskja tað. Teir skulu ikki straffast fyri at vilja geva teirra íkast til samfelagið.

 

Á hendan hátt tryggja vit frælsið hjá pensjónistum at skipa síni lívsviðurskifti, samstundis sum teir framvegis hava møguleika fyri at brúka teirra førleikar á arbeiðsmarknaðinum.

 

 

 

Jónleyg J. Bech

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið