AfD noktar journalistum við til valveitslu í kvøld

Høgravíðgongdi flokkurin í Týsklandi, AfD, noktar øllum journalistum atgongd til valveitsluna í kvøld eftir valið í týsku deilstatunum Thüringen og Sachsen í dag.

Mynd: mago/Ritzau Scanpix

Frammanundan høvdu nakrir miðlar fingið loyvi at luttaka. Aðrir miðlar fingu at vita, at teir sluppu ikki við.

Ein dómstólur gjørdi av, at tann mismunurin var ólógligur. Tað skrivar miðilin Tagesschau.

Sambært seinastu meiningarkanningunum verður roknað við, at AfD fær ein triðing av atkvøðunum í báðum statunum.

 

 

Mynd: mago/Ritzau Scanpix