Aimi Helbo stillar upp fyri Sambandsflokkin

Aimi Helbo er fødd í 1993 í Tórshavn. Í 1995 flutti Aimi til Danmarkar við familju og var hon búsitandi í Danmark til 2003, har hon og familja hennara fluttu aftur til Føroyar.

 

Aimi hevur lokið HH2 í 2013 og starvaðist eftirfylgjandi sum hjálparfólk í frítíðarskúla og sum stuðul hjá Barnaverndartænastuni.

 

Í 2016 fór Aimi til Roskilde at lesa námsfrøði.

 

Eftir loknað útbúgving starvaðist hon sum námsfrøðingur á dagstovnaøkinum í Danmark í tvey ár, áðrenn hon valdi at flyta heim til Føroyar.

 

Í dag starvast Aimi sum námsfrøðingur á serøkinum, sum námsfrøðingur innan ungdómsøkið og sum hjálparfólk á demensøkinum.

 

Spurd, hví Aimi stillar upp, sigur hon:

 

- Eg stilli upp, tí at menniskjað í Føroyum er blivið niðurprioriterað í ov langa tíð. Ung sum eldri. Skipanir lofta ikki børnum ið hava tørv á at blíva loftað. Kassin, ið børn skulu passa í, er blivin ov lítil. Foreldur, skúlar og onnur tilboð klára ikki at fylgja við. Børn við serligum tørvi verða slept upp á fjall og síðani út í í samfelagið.

 

Víðari sigur Aimi:

 

- Eins og børnini, hava tey eldru ov vánalig kor. Tað skal fokuserast á menniskjað og ikki bert sjúkuna. Hettar eru fólk, ið hava livað eitt langt lív og hava verið við at skapa tað samfelagið, ið vit hava ágóðan av í dag. Tey skulu virðast. Menniskju hava hvør sína lívssøgu, hvør síni áhugamál og tað má og skal virðast

 

 

 

Sambandsflokkurin