Samskifti er grundarlagið undir nærum allari sosialari samveru. Uttan samskifti følna vit, og tey, sum hava skerdan samskiftisførleika, fáa ikki sama møguleika at blóma sum onnur.
Samskifti er ein týðandi lutur í at vera menniskja, og er grundarlagið fyri at liva og virka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.
Og tað er júst hetta - at øll skulu hava somu rættindi og møguleikar fyri at liva, virka og luttaka í samfelagnum, ið eg vil arbeiða fyri.
Fortreytin fyri hesum er, at øll hava møguleika fyri at samskifta.
Samskiftisdepil setast á stovn
Vit eiga at seta ein samskiftisdepil á stovn, so arbeiðið við einari skipaðari ætlan fyri menning av øðrvísi samskiftishættum kann byrja.
Depilin skal skipa samstarv millum allar fakbólkar, tvørtur um geirar, ið arbeiða við at menna ymisku samskiftishættirnir.
Hetta er neyðugt fyri betur at kunna arbeiða miðvíst, eisini við ráðgeving og við at økja tilvitanina og nýtsluna av alternativum samskiftishættum.
Samskifti er lykilin
Samskifti er lykilin til menning, og tí mugu øll hava møguleika at fáa taluvenjing. Somuleiðis skulu aðrir samskiftishættir, so sum teknmál, tekn til talu og samskifti við myndum, fáa hægri raðfesting enn í dag.
Tað gevur nærum onga meining, at børn læra at samskifta við teknmáli og ongan hava at samskifti við, tá tey koma út í samfelagið.
Tí skal tilvitanin og styrkjanin av ymisku samskiftishættunum økjast, ikki bara á dagstovni og í sertilboðum, men í skúlunum og í samfelagnum sum heild.
Eyðgunn Samuelsen,
valevni fyri Javnaðarflokkin