Í hesum valskeiðnum hava vit uppraðfest almanna- og heilsumál. Ongantíð eru so nógvir pengar játtaðir til hetta økið. Men enn er LANGT á mál.
Vit skulu halda áfram at uppraðfesta almanna- og heilsumál. Tað má ikki verða neyðugt hjá borgarum, at stillla seg alment fram, fyri at verða hoyrd og fáa neyðugu hjálpina. Meira skal setast á fyribyrgjandi átøk, soleiðis at borgarin verður loftaður so tíðliga sum gjørligt.
Tryggjast skal, at tað er betri samskipan og gjøgnumskygni í ábyrgdarbýti innanfyri almanna og heilsuøkið, soleiðis at borgarar ikki detta niður millum hesar báðar skipanir.
Føroyar eru eitt av ríkastu londum í heiminum. Tískil skulu vit taka hond um tey, sum bera brek og eru sjúk. Millum annað skulu fleiri tilboð veitast og fleiri bústaðir byggjast.
At økja játtanini er ikki eitt mál í sær sjálvum. Málið skal verða, at borgarar, sum hava tørv á hjálp, fáa neyðugu hjálpina. Tí skulu vit eisini, saman við serkønum fáa staðfest, um pengar verða brúktir á mest skilabesta hátt, ella um økini kunnu skipast á annan hátt, soleiðis at vit fáa fleiri og betri tænastur við verandi játtan.
Far tí á val og set X við Una Rasmussen. Gott val!