Altjóða Alzheimersdagur: Ongantíð ov tíðliga, ongantíð ov seint

Altjóða Alzheimersdagurin er farin afturum, og her varð hann hildin við tiltaki í Løkshøll, sum Alzheimersfelagið skipaði fyri.

Altjóða Alzheimersfelagið hevur í ár sett sjóneykuna á vandafaktorar og fyribyrging av demensi í samband við altjóða dagin.

 

Átakið kallast “Ongantíð ov tíðliga, ongantíð ov seint” og sipar til tað ber til at fyribyrgja Alzheimer demensi við at minka um teir risikofaktorar, sum kunnu verða við til at fólk fáa demens.

 

Broytingarnar í heilanum kunnu byrja nógv ár áðrenn tey fyrstu teknini til demens síggjast – kanska so nógv sum 20-30 ár frammanundan, og tí er umráðandi hjá okkum øllum at taka atlit til heilaheilsuna og fyribyrging.

 

Vit kunnu vænta, at talið av fólki við demensi verður trífaldað í 2050, um gongdin verður sum hon er nú, og við hesum døpru útlitunum er sera umráðandi at kenna til vandafaktorar og hvat kann gerast fyri at fyribyrgja.

 

Komandi árini verður ein stór uppgáva at arbeiða víðari við at granska um hvussu vit kunnu fyribyrgja at fólk fáa demens, og í løtuni verður arbeitt nógv við hesum um allan heimin.  Vit fáa ikki vart okkum fyri, at aldur og ílegur eru risikofaktorar, sum vit einki kunnu gera við. Hildið verður tó, at ein triðingur av øllum demenstilburðurum í grundini kunnu fyribyrgjast. Tí er sera neyðugt, at vit gerat klókari um hetta og kunnu taka atlit til at gera átøk at fyribyrgja. Tað verið seg sum einstaklingar, sum felagsskapir og sum samfelag sum heild, sigur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, har Demensklinikkin er skipað.

 

Ongantíð ov tíðliga, peikar á, at tað er ongantíð ov tíðliga at fyribyrgja, meðan ongantíð ov seint vísir á, at sjálvt um ein er komin til árs, er tað ikki ov seint at arbeiða við at fyribyrgja. Eisini um tekin til demens eru byrjaði, so kann tað hjálpa at halda seg likamliga í gongd fyri at klára seg betri í gerandisdegnum.

 

##med2##

 

Vandafaktorar

 

Vit kenna nógvar vandafaktorar sum viðvirka til demens, men møguleikarnar at fyribyrgja eru tíbetur eisini nógvir. Her um okkara leiðir á klótuni eru tað serliga 12 ymiskir  vandafaktorar, har størst vinningur verður hildin at verða í mun til fyribyrging. Tað vil siga vandafaktorar, sum vit kunnu gera nakað við.

 

Hesir vandafaktorarnir eru:

 

Likamligur inaktivitetur

 

Hoyritrupulleikar, sum ikki verður gjørt nakað við

 

Ov høgt blóðtrýst

 

Stór yvirvekt

 

Depressión fyrr ella nú

 

Royking dagliga

 

Sukursjuka (diabetes)

 

Lágt útbúgvingarstøði

 

Upplivd sosial isolatión

 

Heilaskaði aftaná óhapp

 

Stór nýtsla av alkohol

 

Luftdálking

 

Tað bendir á, at teir fýra fyrstu vandafaktorarnir omanfyri, - likamligur inaktivitetur, hoyritrupulleikar, høgt blóðtrýst og sver yvirvekt, standa fyri 64 % av samlaðu fyribyrgingar møguleikunum.

 

Donsk gransking hevur víst,at tað ber til at minka um tilburðirnar av demens,um vit fara at gera ein veruligan innsats at minka um vandafaktorarnar.

 

Á altjóða Alzheimersdegnum 21.september var víst á, at vit ikki hava nakran demens politikk í Føroyum, og at ein slíkur er neyðugur fyri at seta fokus á fyribyrging av demensi og samstundis tryggja góðar umstøður hjá teimum við demensi og teirra avvarðandi. Sum nú er, so er tað rættuliga ymiskt hvat tú fært av hjálp til at handfara demens, alt eftir hvar í landinum tú býrt eins og tey sum eru undir 67 ár og fáa demens eru fyri vanbýti í mun til hjálp, sum verður veitt.

 

Hetta kunnu vit gera betur – um vilji er til tað.

 

 

 

DEMENSKLINIKKIN Á PSYKIATRISKA DEPLINUM / september 2023