Klokkan 7.55 í morgin rør Sverri Sandberg Nielsen innleiðandi OL-kappingini fyri single/einmans scullarar í París.
Kringvarp Føroya hevur tíverri ikki rætt til at vísa hendan róðurin.
Danska TV2 sum er millum rásirnar á Televarpinum sendir beinleiðis frá róðrinum hjá Sverra.
Millum altjóða veddingarfyritøkur er Sverri sætti størsti favoritturin at vinna OL-gull í single/einmans scullara.
Oddsini upp á, at Sverri vinnur OL-gull liggja millum 14,00 og 35,00.
Oliver Zeidler úr Týsklandi er í harðari kapping við niðurlendinginum, Simon van Dorp favorittur hjá Altjóða veddingarfyritøkunum. Thomas Mackintosh úr Ný Sælandi er triðstørsti favoritturin hjá veddingarfyritøkunum.
Frammanfyri Sverra í favorittfeltinum eru Stefanos Ntouskos úr Grikkalandi og Yauheni Zalaty, ið kappast undir olympiska flagginum.