Eitt amerikanskt herskip - USS Carney og nøkur sivil handilsskip - eru í dag álopin í Reyða Havinum.
Tað upplýsir amerikanska verjumálaráðið.
- Vit eru greið yvir, at álop hava verið á USS Carney og nøkur handilsskip, og vit fara at koma við fleiri upplýsingum seinni, tá vit vita meira.
Fyrr í dag segði eisini bretska verjumálaráðið, at illgruni hevur verið um dronuálop og spreingingar í Reyða Havinum.
Men, einki varð sagt neyvari um hesi álop.
Í amerikanska verjumálaráðnum siga tey, at tað er ógreitt, hvør stendur aftanfyri hesi álop.
Støðan í Reyða Havinum hevur verið alsamt meira spent og ótrygg eftir at kríggj brast á millum Ísrael og Hamas hin 7. oktober.
Sonevnd Houthi-uppreistrarfólk Jemen hava framt eina røð av álopum á skip í Reyða Havinum, og hesi hava eisini skotið dronur og rakettir móti Ísrael.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga seinnapartin í dag.