Andrias Jacobsen stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin

Mynd: Bjarni Rubeksen, Kringvarp Føroya. Andrias Jacobsen til vinstru á myndini.

Andrias er 55 ára gamal, býr í Saltangará, er faðir at 4 børnum og er giftur við Rakel Bærendsen.

 

Andrias røkir sítt dagliga starv sum leiðari á Skúlaheiminum hjá Glasir, har hann eisini virkar sum lærari.

 

Andrias hevur verið limur hjá Sjálvstýrisflokkinum síðan ár 1984, og hann hevur havt áhuga fyri politikki frá barnsbeini av.

 

Fyrstu politisku fyrimyndirnar vórðu Hilmar Kass, Lasse Klein, Kári P. Højgaard, Frederik í Rituvík og Sámal Petur í Grund. Hesir hava myndað Sjálvstýrisflokkin yvir mong áramál, og teirra fyrimynd er rist fast í føroyska landspolitiska landslagið.


Sjálvstýrisflokkurin er ein flokkur í javnvág, og er hann sprottin úr viðgitna Jólafundinum í ár 1888, har lunnar vórðu lagdir undir fyrsta tjóðskaparflokkin í Føroyum, sum endaliga var umboðaður á løgtingi í ár 1906.

 

 

 

Hjartamálini hjá Andriasi eru:

 

  • Sosialiberalistiska hugsjónin
  • Føroyar fyri føroyingar (einhvør, sum vil landi og lógum væl, og sum virðir landsins fólk og mentan)
  • Samlag føroyinga, sama hvussu lívfrøðiligar fyritreytir hátta seg fyri/við føðing (fólk í brennideplinum - ikki kyn, húðarlitur, kynslig sannføring ella sálar-/likamsbrek).
  • Samlag millum ábyrgd og tilskilað rættindi - ábyrgd er rættindi, og rættindi er ábyrgd

 

 

 

Sjálvstýrisflokkurin fegnast um, at Andrias stillar upp fyri flokkin


Kross við Andrias Jacobsen til løgtingsvalið hósdagin hin 8. desembur 2022

 

 

 

Sí meira kunning um Sjálvstýrisflokkin á heimasíðu floksins á leinkjuni niðanfyri:

 

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/11/27/andrias-jacobsen-stillar-upp-fyri-sjalvstyrisflokkin/

 

Mynd: Bjarni Rubeksen, Kringvarp Føroya. Andrias Jacobsen til vinstru á myndini.